Bókin er eftir ein kendan rithøvund

30.10.2019 - 07:05
Lívsstílur
Bókin er eftir ein kendan rithøvund
Ein bók ella eitt verk er eftir EIN kendan rithøvund ella eitt kent listafólk. Bókin ella verkið er ongantíð eftir EINUM kendum høvundi ella fólki
Mynd: Tilvildarlig mynd  

Summar fyrisetingar kunnu bæði taka hvønnfall og hvørjumfall, og eftir er ein teirra.

Tað er ikki altíð so lætt at vita, nær vit nýta hvønnfall og nær hvørjumfall, sigur Elin Henriksen, málkøn, sum hevur gjørt nøkur dømi niðanfyri. 

Fyrsta dømi:
Hvønnfall er um eftirsitandi, um tað, sum liggur eftir ein, uppruna:

  • Hetta er einkjan eftir ein fyrrverandi løgmann.
  • Tað liggur nógv eftir hann.
  • Bókin er eftir ein kendan rithøvund.
  • Eitt listaverk eftir eina dugnaliga listakonu.

Um vit geva listafólkinum ella rithøvundinum eitt navn, so skal tað sigast soleiðis:

Bókin ella verkið er eftir Jákup Olsen, ikki Jákupi Olsen.

Annað dømi: 
Hvørjumfall er í sambandi við rørslu, kenslur o.a.:

  • Børnini fóru eftir bóltinum.
  • Hann leitar eftir onkrum.
  • Mær leingist eftir henni.
  • Kettan rennur eftir músini.
  • Bóndin fór í hagan at hyggja eftir seyði.

Triðja dømi:
Stendur eitt staðarhjáorð framman fyri eftir, so er altíð hvørjumfall:

  • Ættin er út eftir firðinum.
  • Báturin kemur inn eftir vágni.
  • Tey ganga niðan eftir gøtuni.

Fjórða dømi:
Í sambandi við tíð mugu vit spyrja, um talan er um tíðarskeið ella tíðarfesting.
Tíðarskeið (ígjøgnum eitt tíðarskeið) tekur hvørjumfall:

  • Har hendi nógv eftir einum degi.
  • Húsini vóru bygd eftir einum ári.
  • Eftir einari viku hevði hon tjent seks túsund krónur.

Fimta dømi:
Tíðarfesting (tá ið vit kundu sagt 'aftan á') tekur hvønnfall:

  • Eftir tann dag sóu vit tey ongantíð aftur.
  • Eftir jól fara dagarnir at leingjast.
  • Eftir tveir mánaðir á sjúkrahúsi var hon umsíðir frísk.

Ein góð tummilsregla fyri, nær fyrisetingin, eftir, í hesum førinum stýrir hvønn- ella hvørjumfalli er orðið, aftaná.

Kanst tú seta aftaná inn í staðin fyri eftir, er tað hvønnfall. Kanst tú ikki seta aftaná inn í staðinfyri, er tað hvørjumfall.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851