Jólafest fyri børn ella børnum

14.11.2019 - 11:15
Lívsstílur
Jólafest fyri børn ella børnum
Fyri er ein av teimum fyrisetingunum, sum bæði tekur hvønnfall og hvørjumfall, og ikki er altíð so lætt, hvat tað skal vera
Tilvildarlig mynd

Fyri er ein av teimum fyrisetingunum, sum bæði tekur hvønnfall og hvørjumfall, og ikki er altíð so lætt at vita, hvat tað skal vera.

Til dømis verður ofta sagt, at jólafest er fyri børnum, men har skal tað vera fyri børn, tí talan er um eitt tiltak, har børnini eru við. Tey sleppa at syngja, dansa og spæla. 

Um tað er fyri børnum, merkir tað, at børnini bert eru áskoðarar ella áhoyrarar, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. 

Hon leggur afturat, at reglurnar ikki eru púra fastar, men talan er um meginreglur, og hvussu vanliga verður sagt. Og harafturat kunnu munir vera á málførum, sigur hon.

Hvørjumfall
Hvørjumfall nýta vit, tá talan er um 'á staðnum' og óbroytt viðurskifti:

  • Fjørðurin liggur opin fyri havalduni.
  • Soleiðis var fyri mongum árum síðani.

Forðan:

  • Vit fingu einki gjørt fyri óveðri.

Umsorgan:

  • Biðið eina bøn fyri honum.

Leiðsla:

  • Hann slóðaði fyri teimum.

Framførsla:

  • Syng fyri mær.
  • Sig tað fyri honum. (So hann fær tað at vita).

Vánir:

  • Hvat hugsar tú fyri tær?
  • Nú lýsir fyri degi.

Hvønnfall
Og hvønnfall brúka vit, tá talan er um 'á staðið' ella broytt viðurskifti:


Leið:

  • Hon fór út fyri dyr.
  • Dunkurin fór fyri borð.

Tíðarfesting:

  • Dagin fyri fyrradagin.
  • Hetta var fyri mína tíð.

Skifti:

  • Har kom ein avloysari fyri hana.
  • Sig tað fyri hann. (Tað, sum hann skuldi havt sagt.)

Samsýning:

  • Vit fingu lítið fyri veiðuna.
  • Túsund takk fyri hjálpina!

Miðvísi, ætlan:

  • Hatta er gott fyri teg!
  • Dansurin er fyri øll (ið vilja vera við).

Orsøk:

  • Vit máttu gevast fyri veður.
  • Hon er viðgitin fyri blíðskap.

Saman við neyðugum staðarhjáorðum, ið enda við -an, stýrir fyri vanliga hvønnfalli:

  • Konan gekk framman fyri mannin.
  • Tey stóðu uttan fyri húsini.
  • Bøurin er niðan fyri vegin.

Men gevur setningurin somu meining við ongum staðarhjáorði, er vanliga hvørjumfall (um tað annars skuldi verið hvørjumfall sambært omanfyristandandi):

  • Gøtan lá greið (framman) fyri honum.
  • Knappliga stóð eitt trøll (framman) fyri manninum (og forðaði honum).

Fyri børn ella børnum:

  • 'Jólafest fyri børn' - tá skulu børnini taka lut, dansa jólatræ, spæla, eta o.s.fr.
  • 'Jólafest fyri børnum' - tá sleppa børnini bara at hyggja at jólafestini!
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424