- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólafest fyri børn ella børnum
Fyri er ein av teimum fyrisetingunum, sum bæði tekur hvønnfall og hvørjumfall, og ikki er altíð so lætt at vita, hvat tað skal vera.
Til dømis verður ofta sagt, at jólafest er fyri børnum, men har skal tað vera fyri børn, tí talan er um eitt tiltak, har børnini eru við. Tey sleppa at syngja, dansa og spæla.
Um tað er fyri børnum, merkir tað, at børnini bert eru áskoðarar ella áhoyrarar, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Hon leggur afturat, at reglurnar ikki eru púra fastar, men talan er um meginreglur, og hvussu vanliga verður sagt. Og harafturat kunnu munir vera á málførum, sigur hon.
Hvørjumfall
Hvørjumfall nýta vit, tá talan er um 'á staðnum' og óbroytt viðurskifti:
- Fjørðurin liggur opin fyri havalduni.
- Soleiðis var fyri mongum árum síðani.
Forðan:
- Vit fingu einki gjørt fyri óveðri.
Umsorgan:
- Biðið eina bøn fyri honum.
Leiðsla:
- Hann slóðaði fyri teimum.
Framførsla:
- Syng fyri mær.
- Sig tað fyri honum. (So hann fær tað at vita).
Vánir:
- Hvat hugsar tú fyri tær?
- Nú lýsir fyri degi.
Hvønnfall
Og hvønnfall brúka vit, tá talan er um 'á staðið' ella broytt viðurskifti:
Leið:
- Hon fór út fyri dyr.
- Dunkurin fór fyri borð.
Tíðarfesting:
- Dagin fyri fyrradagin.
- Hetta var fyri mína tíð.
Skifti:
- Har kom ein avloysari fyri hana.
- Sig tað fyri hann. (Tað, sum hann skuldi havt sagt.)
Samsýning:
- Vit fingu lítið fyri veiðuna.
- Túsund takk fyri hjálpina!
Miðvísi, ætlan:
- Hatta er gott fyri teg!
- Dansurin er fyri øll (ið vilja vera við).
Orsøk:
- Vit máttu gevast fyri veður.
- Hon er viðgitin fyri blíðskap.
Saman við neyðugum staðarhjáorðum, ið enda við -an, stýrir fyri vanliga hvønnfalli:
- Konan gekk framman fyri mannin.
- Tey stóðu uttan fyri húsini.
- Bøurin er niðan fyri vegin.
Men gevur setningurin somu meining við ongum staðarhjáorði, er vanliga hvørjumfall (um tað annars skuldi verið hvørjumfall sambært omanfyristandandi):
- Gøtan lá greið (framman) fyri honum.
- Knappliga stóð eitt trøll (framman) fyri manninum (og forðaði honum).
Fyri børn ella børnum:
- 'Jólafest fyri børn' - tá skulu børnini taka lut, dansa jólatræ, spæla, eta o.s.fr.
- 'Jólafest fyri børnum' - tá sleppa børnini bara at hyggja at jólafestini!
Tak niður
Sí eisini