Samherji í mutursgølu

14.11.2019 - 19:04
InnlendisVinna
Samherji í mutursgølu
Íslendska reiðaríið, Samherji, sum eigur ein fjórðing av einum av stórstu føroysku reiðaríunum, er í altjóða ljósmálanum um mutursgølu í Namibia

Ísland hevur verið virkið í Namibia í nógv ár - endamálið var at hjálpa landinum at fóta sær eftir avkolonialiseringina, men seinastu 10 árini fóru nógvar av hesum ætlanum fyri skeytið.

Millum annað ein skipan, sum skuldi tryggja gjøgnumskigni í fiskivinnuni varð bygd upp, men seinastu 10 árini er alt arbeiðið farið fyri skeytið og er nú endað við eini altjóða gølu.

Sendingin "What Samherji Wanted Hidden" lýsir, hvussu íslendska felagið Samherji seinastu 10 árini hevur mutrað politikarar fyri at fáa bíliga atgongd til fiskiríkidømið í Namibia og flutt pengarnar í skattaskjól.

Samherji fiskar ein triðjin af rossamakrelinum í Namibia, men samfelagið fær einki aftur.

Men hvussu ávirkar tað møguleikarnir hjá føroyska felagnum Framherja og teirra atgongd til føroyska fiskiríkidømið, at Samherji, sum eigur ein fjórðing av felagnum, nú er í altjóða ljósmálanum í sambandi við mutursgølu í Namibia?

Í Breddanum í dag spyrja vit Jacob Vestergaard, landsstýrismann og fyrrverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal um hetta, og um teir hava uppliva trýst frá utlendskum áhugagum. 

Fyri at hoyra Breddan kanst tú trýsta á myndina omanfyri.

Sí íslendsku sendingina her What Samherji wanted hidden

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985