Skipa innflyting av rúsevnum

15.01.2020 - 18:47
InnlendisSamfelag
Skipa innflyting av rúsevnum
Smuglingin av rúsevnum er skipað og hevur samband við danska bandaumhvørvið

Rúsevni er ein vaksandi trupulleiki, tað kemur í stórum mongdum og royndir hjá bæði Taks og løgregluni vísa, at smuglingin er skipað.
Millum børn og ung er rúsevnið lætt at fáa hendur á siga tey, sum arbeiða við fyribyrging.

Tað er alsamt meiri skipað, tá rúsevni verða smuglaði inn í landið

Tað sigur Jan Johannesen, sum arbeiðir á narkodeildini hjá løgregluni

Í Bláakrossi arbeiða tey við avrúsing av ungum heilt niður 14 ára aldur. Tá er talan ofta um hasj, men tey sum brúka hasj hava næstan altíð roynt sterkari evnir sum MDMA, sigur Birna Í Hjøllum Hentze, sum arbeiðir við avrúsing og fyribyrging millum ung.
Martin Kúrberg er leiðari á Frælsi, sum arbeiðir við ungum millum 18 og 24 ár. Hann vísir á, at tað eru stórir trupulleikar við blandingsmisbrúki í Føroyum, tí tað til tíðir er ógjørligt at fáa hendur á rúsevnum.

 

Hoyr samrøður við Jan Johannesen, frá narkodeildini hjá løgregluni, Jens Christian Olsen, tolleiðara á Taks, Birnu í Hjøllum Hentze, sum arbeiðir við fyribyrging hjá Bláa Krossi og Martin Kúrberg, leiðara á Frælsi á Eigi

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815