Eygleiðari: Ikki óvæntað at Framburðsflokkurin fór

20.01.2020 - 16:45
Útheimurin
Eygleiðari: Ikki óvæntað at Framburðsflokkurin fór
Jógvan Hugo Gardar, journalistur, væntar, at Framburðsflokkurin nú verður stuðulsflokkur hjá stjórnini
Jógvan Hugo Gardar starvast sum journalistur í Oslo

Tað var ikki óvæntað, at Framburðsflokkurin tók seg úr norsku stjórnini nú.

Tað sigur Jógvan Hugo Gardar, journalistur í Oslo, um politisku støðuna.

Framburðsflokkurin vildi ikki góðtaka, at ein IS-kvinna, sum er skuldsett fyri yvirgang, slapp aftur til Noregs.

Í Noregi ber ikki til at hava val í ótíð, og tí er mest sannlíkt, at Framburðsflokkurin verður stuðulsflokkur hjá stjórnini hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, sigur Jógvan Hugo Gardar.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026