Effo: Vit hava ikki ábyrgd av oljulekanum

21.01.2020 - 15:25
InnlendisSamfelag
Effo: Vit hava ikki ábyrgd av oljulekanum
Málið er tikið í størsta álvara, men mannagongdirnar eru ikki broyttar, sigur stjórin í Effo eftir oljulekan í Froðba

Janus Thomsen, stjóri í Effo, vísir aftur, at Effo hevur ábyrgd av oljulekanum í Froðba fyri tveimum árum síðani.

Málið endar nú í rættinum.

Janus Thomsen sigur, at málið er tikið í størsta álvara, men mannagongdirnar eru ikki broyttar.

1800 litrar av olju fóru í lendið, tá brennievni var latið í tangan við tyrlupallin í Froðba í januar 2018.

Bæði skulu hava bót

Ákæruvaldið krevur, at bæði Effo og Landsverk verða dømd at gjalda bót fyri brot á umhvørvisverndarlógina, og at bæði Effo og Landsverk hava ábyrgdina av oljulekanum.

Tann, sum eigur lendið, ið varð dálkað, krevur endurgjald, og Tvøroyrar kommuna vil eisini hava endurgjald fyri uppruddingarrbeiði.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786