Umhvørvisstovan má siga nei

Umhvørvisstovan má siga nei
Umhvørvisstovan kann ikki gera annað enn nokta Effo at byggja vindmyllulundina Eysturlund. Eisini sjálvt um hon kundi verið við til at minka føroyska CO2-útlátið
Effo fær helst ikki loyvi til at byggja vindmyllulundina, tí hon lýkur ikki treytirnar í lógini.
Mynd: Effo  
 
16.11.2024 - 15:02

Umhvørvisstovan er komin í eina heldur løgna støðu, nú myndugleikin, sum bæði stendur fyri at minka um føroyska CO2-útlátið og sum roynir at gera Føroyar grønari, noyðist at nokta Effo at byggja stóru vindmyllulundina Eysturlund, sum ætlanin var at byggja í Lambahaganum.

Ætlanin hjá Effo var at byggja eina risastóra vindmyllulund í Lambahaganum og at leggja ein elkaðal úr Lambahaganum til Fuglafjarðar, har streymurin skal brúkast til at gera damp til maskinurnar hjá Havsbrún, sum í løtuni brúka tungolju til at gera dampin.

Men av tí at umsóknin ikki lýkur treytirnar í lógini, má Umhvørvisstovan nokta Effo loyvi.

Ein av stóru orsøkunum er spurningurin, um talan er um eitt elnet ella ikki. Sambært Effo er talan ikki um eitt net, sambært Elveitingareftirlitinum er tað. Og tá tað er myndugleikin, sum eigur seinasta orðið, ja, so er tað, í fyrsta umfari í øllum førum, tulkingin hjá Elveitingareftirlitinum, sum er avgerandi.

Effo kann kæra málið til kærustovnin, men kann eisini velja at fara í rættarskipanina við málinum, um felagið ikki er samt við myndugleikan.

Lurta eftir innslagnum, sum var í tíðindunum á middegi í dag.

20241116_Grona_orkuumskiftid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521