- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sløkkiliðið varð ikki boðsent beinanvegin
Tað gingu 17 minuttir frá tí, at alarmsentralurin fekk fráboðanina um dumparavanlukkuna á Glyvursnesi 24. juli í fjør, til Tórshavnar sløkkilið, sum hevur neyðuga klippútgerð, varð boðsent.
- Tað er ikki nóg gott, sigur Hans David Hansen, varaleiðari í Tórshavnar sløkkiliði, sum var á vakt hesa náttina.
Vanlukkan kravdi eitt mannalív, tá ein dumpari fór útav.
Hoyr samrøðu við Hans David Hansen í útvarpstíðindunum
Noktar innlit
Kringvarpið hevur biðið um innlit í fráboðanina um vanlukkuna á Glyvursnesi, sum varð ringd inn til alarmsentralin, men hetta er noktað Kringvarpinum.
Ákæruvaldið vísir á, at málið eigur ikki at verða viðgjørt í miðlunum, tí fyrilit skal takast fyri teimum avvarðandi.
Kringvarpið kærdi avgerðina, og í tí sambandi vísti danski ríkisadvokaturin á, at málið um dumparavanlukkuna á Glyvursnesi er eitt revsimál.
Men hesum vísur Arbeiðseftirlitið taftur.
- Málið er ikki liðugt viðgjørt, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
Ikki send fyrr enn nú
Samrøðan við Hans David Hansen, varasløkkiliðsstjóra, varð gjørd stutt eftir vanlukkuna á Glyvursnesi í fjørsummar.
Samrøðan varð ikki send tá, tí Kringvarpið hevur roynt at fáa meiri innlit í handfaringina av vanlukkuni, eitt nú hvat varð sagt, tá dumparavanlukkan varð fráboðað alarmsentralinum.
Hans David Hansen, vara-sløkkiliðsstjóri, er kunnaður um, at samrøðan verður send í dag.
Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, vil ikki viðmerkja málið. Hann sigur, at talan er um eitt innanhýsis mál millum løgregluna og Tórshavnar sløkkilið, og hvussu tey fata sítt samstarv.
Vit høvdu ætlað at spurt sjefpolitiinspektørin, hví tað gekk so long tíð, tilTórshavnar sløkkilið, ið hevur neyðugu klippiútgerðina, varð boðsent, og hvørjar mannagongdir løgreglan annars hevur, tá tílíkar støður taka seg upp.
Tak niður
Sí eisini