Stjórin ivast, um hon hevur ræðisrættin longur

18.02.2020 - 13:13
InnlendisSamfelag
Stjórin ivast, um hon hevur ræðisrættin longur
Forstjórin í sjúkrahúsverkinum verður nú skrásettur sum stovnsleiðari fyri allar kontur í sjúkrahúsverkinum
Alexandra á Dul er stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi ivast í, um hon longur hevur ræðisrættin á sjúkrahúsinum.

Stjórarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi hava at fingið at vita frá Heilsumálaráðnum, at forstjórin í sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, nú verður skrásettur sum stovnsleiðari fyri allar kontur hjá sjúkrahúsverkinum.

Landstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur í stuttari viðmerking, at hann sær ikki hetta málið sum eitt politiskt mál, men sum eitt umsitingarligt roknskapartekniskt mál, og hann vísir tí til aðalstjóran í Heilsumálaráðnum.

Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa eina viðmerking frá aðalstjóranum, Turið Arge.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306
Mikudag 13. mai
Manscaping - teknmálstulkað
208302
Mikudag 13. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208297