Vánalig kunning og politisk øsing skeiklaðu málið

19.02.2020 - 18:29
Innlendis
Vánalig kunning og politisk øsing skeiklaðu málið
Tvey fyrrverandi landsstýrisfólk í heilsumálum skifta orð um hví eitt roknskapartekniskt mál fór av sporinum

Øði kom í grindina í gjár, tá tað kom fram, at heilsumálaráðið hevði gjørt eina broyting, sum innibar, at forstjórin í sjúkrahúsverkinum skal endaliga góðkenna roknskapirnir hjá hinum báðum sjúkrahússtjórunum.
Í kunningini frá heilsumálalaráðnum stóð millum annað, at talan var um eina roknskapartekniska broyting, sum ikki fær ávirkan á heimildirnar hjá stjórunum á smærru sjúkrahúsunum. 
Boðini vóru ikki væl móttikin hjá sjúkrahússtjórunum í Klaksvík og á Tvøroyri.

Aleksandra á Dul, sjúkrahússtjóri í Klaksvík segði í útvarpstíðindunum á middegi týsdagin, at hon var degraderað við broytingini og stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsið tók undir við hesum í Degi og Viku seinni sama dag.
Politikarar gjørdu vart við, at hetta mátti broytast alt fyri eitt - og í skrivi til miðlarnar skýrdi borgarstjórin í Klaksvík heilsumálaráðaharran at vera topmált frekan og arrogantan soleiðis at siga, at tað ikki hevður nakrar avleiðingar fyri ræðisrættin og at hetta ikki var eitt politiskt mál.

Áðenn dagurin var liðin, hevði landsstýrismaðurin í heilsumálum rullað avgerðina aftur. Tað loysir seg ikki at greiða frá, at broytingin ikki hevði ávirkan á ræðisrættin, tá kenslur koma upppí, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann vísir til umsitingina, spurdur um, hví tað var neyðugt at gera broytingina, um hon einki hevur at siga.

Men umsitingin vil ikki greiða frá, hví tað var neyðugt at gera broytingina - ei heldur, um tað fær nakran týdning fyri møguleikan hjá forstjóranum at verða forstjóri í sjúkrahúsverkinum, at broytingin ikki verður framd kortini - tað vil tíðin vísa, sigur Turið Arge, sum sigur seg onga viðmerking hava - og at ráðið hevur avrátt í morgun, at bara landsstýrismaðurin skal úttala seg um hetta málið.

Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, og Jóannes Eidesgaard, politiskur eygleiðari - eisini fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum skifta í Breddanum orð um, hví eitt slíkt mál kann taka eina slíka vend.

Málið er helst farið av sporinum og vánalig kunning, søgan, Klaksvíksstríðið og lokalpolitiskt trýst eru millum orsøkirnar, siga tey millum annað.

Soleiðis sum málið háttaði seg, kundi tað verið ein hóttan móti nýggju semjuni um trý sjúkrahús undir somu leiðslu, heldur Sirið Stenberg. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933