Fráðgreiðing skapar iva um trúðvirðið hjá Taks

25.02.2020 - 18:16
Innlendis
Fráðgreiðing skapar iva um trúðvirðið hjá Taks
Bráðfeingisstjórin vísir á, at Taks tilætlað konstrueraði eina avgerð fyri at sleppa undan at taka tí fyrru aftur

Taks hevði als ikki førleikar at meta um skattafrádráttin hjá EIK - tað staðfesti frágreiðingin hjá Bárði Larsen, sum varð almannakunngjørd í sínum fulla líki hósdagin í síðstu viku.
Men ikki nokk við tí - hóast stovnurin ikki hevði førleikarnar, leitaði man ikki eftir førleikum uttanfyri stovnin í fyrstu syftu.

Hóast frágreiðingin hjá Bárði Larsen í fyrstu atløgu var afturhildin fyri almenninginum av Fíggjarmálaráðnum, er hon nú almannakunngjørd - næstan trý ár eftir, at hon var latin Fíggjarmálaráðnum.

Frágreiðingin kastar ljós á viðgerðina hjá TAKS upp til fyrru avgerðina í 2015, sum staðfesti at EIK hevði rætt til ein frádrátt uppá 477 milliónir og aðru viðgerðina, sum førdi til at EIK ikki slapp at draga nakað frá kortini.

Málið hevur ikki verið nóg væl upplýst hjá TAKS fyrru ferð er niðurstøðan hjá Bárði larsen.
Týðandi upplýsingar hava ikki verið fingnir til vega - millum annað sæst hetta við at , at kalla einki skjal er í málinum í tíðarskeiðinum 2013 til 2015.
Tá Taks fer undir eina nýggja viðgerð eftir at málið hevði verið umrøtt í miðlunum, fer TAKS undir at fáa neyðugu upplýsingarnar til vega, eins og Taks vendir sær til danska SKAT um hjálp til viðgerðina.

Í grundgevingini at fáa fakligan styrk, skrivar TAKS:
"I henhold til vores telefonsamtale vil jeg hermed sætte ord på hvordan Taks ser [[SKATS's/din rolle i denne sag. Grundlaget for at bede Skat om hjælp i denne sag er, at det er den første og eneste sag af denne karakter på Færøerne. Desuden har vi ingen afdeling for pengeinstitutter, og med henblik på at der er tale om en kompliceret sag, vil det være ønskeligt at få dit syn på sagen.

Tað er náttúrligt og skilligt og tað rætta at gera, at Taks vendir sær til Skat í hesum trupla málið, heldur Bárður Larsen - men støðan er ikki íkomin í Januar ella februar í 2016 - hon hevur verið har alla tíðina - og tað átti tí at verið tikið stig til hetta í 2013.

Manglandi upplýsingin av málinum fram til juni í 2015 er serliga órógvandi um avgerðina verður sæð sum ein eindalig stafesting.
Tað skuldi hon ikki síggjast sum, sigur TAKS millum annað í Samskifti við Bárð Larsen undir kanningararbeiðinum.
Bráðfeingisstjórin tykist tó ikki góðtaka hetta sjónarmiði sum veruligt grundarlag undir avgerðini hjá Taks.

Hann setir spurnartekin við hugtakið goodwill við virðinum 0 krónir, sum niðurstøðan er eftir at TAKS hevur viðgjørt málið aðru fer.
Tá einki grundarlag er fyri frádrátti - hvørki grundað á rakstrartap ella sum goldnar útreiðslur fyri goodwill, er tá ikki meira reelt at afturkalla fyrru avgerðina frá 2015 spyr bráfeingisstjórin í frágreiðingini.

Tað heldur stjórin á TAKS ikki - hann fastheldur, at báðar viðgerðir stuðla uppundir somu niðurstøðu - nemliga, at har var eitt skatligt goodwill - í fyrru avgerðini var tað sett at vera 477 milliónir - í aðru viðgerðini: null krónir. Betri - ella EIK, sum bankin æt tá - misti sostatt frádráttin uppá næstan eina hálva milliard.
Taks hevði ongantíð givið endaligt loyvi til, at EIk slapp at draga tær 477 milliónirnar frá, sambært Eyðuni Mørkøre stjóra í TAKS. So leingi sum TAKS ikki hevði vent aftur og endaliga góðkent upphæddina, hevði Taks ikki loyvt frádráttinum, var frágreiðingin hjá stjóranum.

Men eisini hetta setur bráfeiðingsstjórin spurnartekin við.
Hann ivast í um stjórin á Taks sigur sannleikan um málið.
"Tá ein lesur skjølini í málinum fær ein kortini ikki hesa fatan, at málið undir øllum umstøðum fór at vera tikið uppaftur. Í ætlanarskrivi frá Taks tann 22. juni í 2015 og í endaligum sokallaðum broytingarskrivi 30. juni 2015 stendir m.a. hetta:

- Í Føroyum er ein virðisásetingarnevnd, sum tað er í Danmark, sum kann vera til hjálp. Tað er tí neyðugt at EIK banki sjálvur uppgerð skattligt goodwill, sum kann avskrivast yvir 10 ár. Tá Eik Banki hevur gjørt skattliga virði av good-will upp, kann TAKS loyva at hetta verur avskrivað við einum 10'inda parti frá og við 2011 sambært grein 35a stk 2 í skattalógini."
Eik sigur millum annað í svarinum frá 29. juni í 2015:

Eik tekur hesar niðurstøðu til eftirtektar og rættar sjálvuppgávurnar afturvirkandi til 2011. Eik banki innarbeiðir í hesum sambandi skattliga avskriving av skattligum good will í sjálvuppgávurnar. Reguleringini á 477 milliónir krónir, sum bankin áður hevur drigið frá á sjálvuppgávuni í einum, verður afturførd og avskrivað skattliga frá 2011 við einum 10 parti um árið.

Eik sigur at enda, at hevur TAKS spurningar kunnu tey venda aftur.
Men Taks vendir ikki aftur - ikki fyrr enn tíðliga í 2016, eftir at Jørn Astrup Hansen tekur seg úr nevndini hjá EIK og kunnar myndugleikarnar um sína støðu. Sostatt bendir einki á, at tað er annað enn ávirkan uttanífrá, sum førir til, at TAKS tekur málið uppaftur er niðurstøðan hjá Bárði Larsen.

Niðurstøðan hjá bráfeingistjóranum er sostatt, at tað er mest náttúrligt at halda, at avgerðin hjá Taks frá 30. juni í 2015 var ætlað at vera endalig.
Samrøður við starvsfólk hjá Taks og starvsfólkið, sum Taks lænti frá Skat stuðlar uppundir hesa niðurstøðu, tá tað gerst greitt, at starvsfólkið frá Skat hevði fingið sum uppgávu at finna eina loysn, sum ikki innibar, at fyrra avgerðin skuldi takast aftur.

Í notatið frá 2. august í 2016 kallað "Notat om muligheden for ændringar af Taks's første afgørelse" framgongur at starvsfólkið lænt frá danska SKAT kannaði hvørjir møguleikar vóru fyri at sleppa undan at kalla fyrru avgerðina aftur, ella um tað var møguligt at koma til eina nýggja niðurstøðu uttan at kalla fyrru avgerðina aftur.
Slapst undan at kalla fyrru avgerðina aftur, hevði Taks ikki tikið skeiva avgerð av fyrstan tíð, men tó kundi forðast fyri, at Eik fekk skattafrádráttin, sum TAKS nú ikki metti, at bankin hevði rætt til kortini.

Fulltrúðin frá SKAT er tó greiður yvir, at tað eru veikleikar í niðurstøðuni - eitt nú tí Taks hevur sagt, at Eik sjálvt má koma við einum boðið uppá virðið av good-will, men ikki hevur gjørt viðmerkingar, tá EIk kom til niðurstøðuna 477 milliónir krónur.

Um hetta sigur starvsfólkið frá danska Skat:
"Det er formentlig i denne sammenhæng, at Taks vil blive udfrodret idet banken formentlig vil påstå, at Taks mere eller mindre direkte har taget stilling til værdiansættelsen idet at man ikke har udfordet den på dette tidspunkt. Der skal således formuleres argumenter for, hvorfor Taks ikke på daværende tidspunkt har forhold sig til dette - hvad er årsagen til, at man nu - på et senere tidspunkt - mener at det skattemæssige værdi er anderledes?"

Í degi og viku 28 september í 2017 segði Eyðun Mørkøre, at bráfeingisstjórin hevði misskilt hetta við, at fyrra avgerðin hjá Taks var endalig
Eyðun Mørkøre vildi eisini vera við, at Kringvarpið heldur átti at lisið viðmerkingarnar hjá Taks til málið, sum vóru almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá fíggjarmálaráðnum samstundis sum frágreiðingin hjá Bárði Larsen.

Í viðmerkingunum á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum stóð millum annað, at grannskoðaravirkið Spekt tók undir við avgerðini hja Taks um, at virðið av good-will var lig við null. Seinni kom tó fram, at Spekt í fleiri vikur hevði roynt, at fingið Taks at rætta hesa viðmerkingin.

Kristina Háfoss, var landstýrisfólk í fíggjarmálum í 2017, hon vildi ikki viðmerkja frágreiðingina hjá Bárði Larsen tá hon varð handað Fíggjarmálaráðnum, hóast bráfeingisstjórin sáddi iva um, hvørt stjórin á TAKS hevði sagt ósatt ella "konstruera eina fiktón", sum hann orðaði seg.

Kristina Háfoss vildi heldur ikki viðmerkja hetta, at Spekt hevði kravt eina rætting til viðmerkingar, sum Fíggjarmálaráðið hevði á síni heimasíðu, um at Spekt tók undir við niðurstøðuni good-will lig við null.

Í dag sigur Kristina Háfoss somuleiðis, at tað vildi verið skeivt at tikið eina avgerð um framtíðina hjá stjóranum í TAKS áðrenn fútin var komin til eina niðurstøðu viðvíkjandi skattamálinum.

Málið var liðugt viðgjørt hja danska bakmandspolitiinnnum í novemberi fjørð og liggur nú til løgfrøðiliga metingin hjá ákæruvaldinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584