Ov fá leggjast aftrat

27.02.2020 - 18:14
Innlendis
Ov fá leggjast aftrat
Forkvinnurnar í trimum fakfeløgum kjakaðust um arbeiðsviðurskiftini í heilsu- og umsorganartænastuni

Tað leggjast ov fá til útbúgvingarnar og lønin er ikki nóg góð. Tað eru millum orsøkirnar til, at tað í dag er eitt trot av starvsfólkum innan heilsu- og umsorganartænastuna.

Tað segði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, tá hon saman við Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, vóru í Breddanum at kjakast um umstøðurnar hjá starvsfólkum innan heilsu- og umsorganartænastuni.

Kjak hevur tikið seg upp um umstøðurnar seinastu dagarnar, tí stórt trot er á starvsfólkum innan heilsu- og umsorganartænastuna.

Og tað merkist millum annað í Almannaverkinum. Við útvarpstíðindini fyrradagin segði Evard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at meira enn helvtin av lýsingunum hjá Almannaverkinum eftir fólki eru úrslitaleysar og ónøktandi.

Og í løgtinginum liggur eisini eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi, um at skipa so fyri, at fleiri fólk verða útbúgvið røktarstarvsfólk. Og loysnin er sambært flokkinum, at taka fleiri persónar inn í útbúgvingarskipanina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334