Joe Biden lagt seg á odda

04.03.2020 - 17:25
Útheimurin
Joe Biden lagt seg á odda
Úrslitini av uppstillingarvalunum í gjár vóru til fyrimuns hjá fyrrverandi varaforsetanum

Super Tuesday var í gjár, og í fjúrtan amerikanskum statum, skuldu veljarar atkvøða um, hvør skal vera demokratiska valevnið til forsetavalið í november.
Vinstra-vendi Bernie Sanders var favoritturin tá valhølini opnaðu gjár.
Síðan uppstillingarvalstríðið byrjaði hevur Sanders støðugt tikið seg inn á, og lagt seg framum fyrrverandi varaforsetan Joe Biden, sum var mettur at hava best møguleika tá valstríðið byrjaðið.
Biden er dragnaður síðstu tíðina, men okkurt broyttist sunnudagin, tá hann vann uppstillingarvalið í South Carolina, og í gjár vann hann níggju av fjúrtan statum.

Vit greina úrslitið av uppstillingarvalinum hjá demokratiska flokkinum saman við Regini Winther Poulsen, sum er staddur í New York.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401