Corona ávirkar búskaparvøksturin altjóða

bannari
05.03.2020 - 18:34
Innlendis
Corona ávirkar búskaparvøksturin altjóða
Búskaparvøksturin minkar í 2020, men hvussu fer tað at merkjast í Føroyum?

Samlaði kostnaðurin av Corona smittuni í Kina verður mettur at vera 300-400 milliardir dollarar ella 3.000 milliardir danskar krónir.

Búskaparvøksturin í Kina minkar helst við meira enn tveimum prosentum, sigur Sigmundur Ísfeld, sendimaður í Kina.

Sambært greining hjá Oxford Economics kann vøksturin í samlaða heimsbúskapinum minka úr 2,3 til 1,1 prosent í 2020.

Metingin byggir á eina støðu har ein stórur partur av arbeiðsorkuni ikki er arbeiðsfør ella ikki sleppur til arbeiðis.

Í Danmark er metingin, at verður Corona ein sokallað pandemi minkar vøksturin úr 1,3 prosentum niður í 0,9 prosent og tað merkir eini 3.500 færri arbeiðspláss.

Hvussu fer hetta at merkjast í Føroyum? Vit tosa við Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum og Djóna Højgaard, formann í Búskaparráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558