Royndarkvotur í fimm ár við møguleika fyri varandi

05.03.2020 - 12:24
InnlendisPolitikkur
Royndarkvotur í fimm ár við møguleika fyri varandi
Jacob Vestergaard biður løgtingið um víðari heimildir at lata kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir. Men stóru reiðaríini fáa einki burturav
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Reiðarí, sum í dag eiga meira enn fimm prosent av uppsjóvarkvotunum, skulu ikki fáa burturav kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum samstundis víðkar royndar-tíðarskeiðið úr trimum upp í fimm ár, umframt at landsstýrismaðurin skal hava heimild at gera royndarkvoturnar varandi.

Grein-49 í lógini um sjófeingi verður nú broytt. Tað er henda greinin, sum gevur landsstýrismanninum heimild at lata kvotur av svartkjafti, norðhavssild og makreli til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Sambært Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, er samgongan nú samd um, at størstu uppsjóvarreiðaríini skulu ikki kunna søkja um hesar kvotur.

-Eigur eitt reiðarí meira enn fimm prosent av kvotunum, so sleppa tey ikki at søkja um hesar kvotur, sigur Jacob Vestergaard.

Sambært einum yvirliti hjá Fiskimálaráðnum eiga reiðarí-samtøkini hjá Christiani í Grótinum, Framherja og Varðanum meira enn fimm prosent av makrel-, norðahavssilda- og svartkjaftakvotunum. Eisini eigur reiðaríið Næraberg meira enn fimm prosent av svartkjaftakvotunum.

Tilsamans er talan um 64.000 tons av uppsjóvarfiski - 10.000 tons av makreli, 14.000 tons av norðhavssild og 40.000 tons av svartkjafti - ið nú skulu latast sum vinnuligar royndir og verkætlanir.

Tað verður landsstýrismaðurin einsamællur, við ráðgeving frá fyrisitingini í Fiskimálaráðnum, sum skal taka støðu til, hvør fær burturav.

Sambært landsstýrismanninum verða broytingarnar í sjófeingislógini latnar løgtinginum við 17 undirskriftum, møguliga longu í næstu viku.

Tá broytingarnar eru samtyktar í løgtinginum, verður kunngerðin at søkja eftir hesum kvotum lýst. Men tað fer at nærkast sumri, áðrenn málið er avgreitt og greitt er, hvør fær burturav, ásannar Jacob Vestergaard.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798
Mánadag 2. juni
3-2 (2. juni 2025)
192752
Mánadag 2. juni
E4_4K_TIL_NET_v3 - teknmálstulkað
192735