Veiði- og fiskiloyvini verða ikki longd

Veiði- og fiskiloyvini verða ikki longd
Uppskotið hjá Fólkaflokkinum vann ikki frama. Í staðin heita samgonguflokkarnir á landsstýrismanninum at arbeiða skjótt, og koma við einum uppskoti í heyst
Fólkaflokkurin átti uppskotið um at leingja gildistíðina fyri veiði- og fiskiloyvi eitt ár, men tað vann ikki frama í tinginum.
 
03.05.2023 - 15:42

Veiði- og fiskiloyvini fara úr gildi 1. januar 2034, tað vil siga um smá 11 ár.

Løgtingið feldi fyrr í dag uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at leingja verandi gildistíð við einum ári, soleiðis sum lagt verður upp til í galdandi lóg um sjófeingi.

Teir tríggir andstøðuflokkarnir - Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin - atkvøddu fyri uppskotinum, meðan samgonguflokkarnir atkvøddu ímóti.

Andstøðan heldur, at gildistíðin á loyvunum er avgerandi fyri, at fiskiskipaflotin verður endurnýggjaður. Serliga er tað í heimaflotanum, at skipini gerast eldri og eldri, meðan eingi nýggj skip verða bygd.

Andstøðan heldur eisini, at fiskivinnan eigur at tola broytingar, men gildistíðin á loyvinum í verandi sjófeingislóg eigur ikki at broytast, fyrr enn vinnan og onnur vita, hvørja skipan samgongan ætlar at seta í staðin.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður, er ímóti at leingja gildistíðina, men vil brúka høvið til at finna útav, um samgongan hevur aðrar ætlanir við fiskivinnupolitikkinum. 

 

Datt burtur

Táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Árni Skaale, legði í november í fjør uppskot fyri tingið um at leingja gildistíðina á loyvunum til 1. januar 2035, men málið fall burtur, tá løgtingsval var útskrivað.

Herfyri boðaði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá, at hann fer ikki at leingja gildistíðina, eins og lógin leggur upp til. 

Hann vildi brúka høvið til at finna útav, um samgongan hevur aðrar ætlanir við fiskivinnupolitikkinum. 

Og tað er henda ætlan landsstýrismansins, sum samgongulimir vístu til, tá tey í dag atkvøddu ímóti at leingja gildistíðina. 

 

Skal arbeiða skjótt

Samgonguumboð ásanna, at ein óvissa um verandi skipan fyri fiskivinnuna á sjógvi kann hava ávísa ávirkan á framtíðarætlanirnar í vinnuni. Og tí heita tey á landsstýrismannin um at arbeiða skjótt, og koma við einum uppskoti í heyst.

Einki orðaskifti var, tá málið um at leingja veiði- og fiskiloyvini var til 2.viðgerð í dag. Tí varð farið beinleiðis til atkvøðugreiðslu, og har atkvøddu 18 tingfólk ímóti og 14 fyri.

ger greitt, at loyvini framvegis fara úr gildi 1. januar 2034.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025