Friðaravtala millum USA og Taliban

05.03.2020 - 18:07
Útheimurin
Friðaravtala millum USA og Taliban
Friðaravtalan var undirskrivað leygardagin, men hongur longu nú í klønum trá

Friðaravtalan inniber, at USA og NATO tekur alla hermegina út úr Afghanistan innan 14 mánaðir, umframt at fangar hjá bæði taliban og afghansku stjórnini skulu latast leysir.
At usa og taliban nú eru komin somikið ásamt um eina friðaravtalu er í sjálvum sær sermerkt, tí í tíðini eftir 11. september í 2001, var tað taliban sum var í kikaranum hjá amerikansku hermegini, tá syndabukkurin eftir álopini á World Trade Centre skuldi finnast. Al Queida yvirgangsfelagsskapurin við Osama Bin Laden á odda stóð handan flogrænara álopini, sum í so stóran mun hevur myndað eftirfylgjandi tíðina. Men Al-Queida og taliban stýrið í Afghanistan stuðlaðu eisini hvør øðrum, og tí var mangan ikki gjørt stórvegis munur á teimum báðum.

Regin Berg, stjórnmálafrøðingur er gestur í útvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436