Ruddar høvini fyri plast

11.03.2020 - 17:56
Innlendis
Ruddar høvini fyri plast
Jón Simonsen er skipari umborð á Mærsk Transporter, ið er partur av the Ocean Cleanup

Um 20 ár skulu heimsins høv vera ruddað fyri alt plast. Tað er stórbæra málið hjá felagsskapinum The Ocean Cleanup.

Tað er kortini ikki bara sum at siga tað, tí sambært felagsskapinum eru umleið fimm billiónir stykkir av plastruski í høvunum í dag.

Og hetta plasti samlar seg serliga í fimm støðum kring heimin, harav tað kendasta er plasthavið í Kyrrahavinum, ið liggur miðskeiðis millum Hawaii og California.

Og fyri at savna alt hetta plastið, hevur felagsskapurin ment ymiskar tøkni og útgerð, umframt at ment samstarv við fleiri av heimsins leiðandi feløg innan ymisk økir. Eitt teirra er danska reiðaríið Mærsk, ið útvegar skip til endamálið.

Uppgávan hjá Mærsk er millum annað at frakta nakrar flótandi skipanir út á hav, ið flóta við streyminum sum falskar strandarlinjur, og á tann hátt savna plast. Við hesi tøknini vónar felagsskapurin, at tað fer at eydnast at beina fyri 50 prosent av øllum plastinum í Kyrrahavinum innan fimm ár.

Fyri Mærsk er tað skipið Mærsk Transporter og manningin umborð, ið er partur av arbeiðinum at rudda upp í heimsins høvum. Fleiri føroyingar eru eisin umborð á Mærsk Transporter, og er ein teirra føroyingurin Jón Simonsen, ið er skipari umborð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425