Breddin: Álit í staðin fyri reglur í koronutíðum

Breddin: Álit í staðin fyri reglur í koronutíðum
Sáttmálin millum landsmyndugleikarnar og borgararnar er bygdur á tilmæli og álit, sigur løgmaður
 
05.05.2020 - 11:52

Er tað í lagi, at landið heitir á vinnurekandi og borgarar um at tey leggja alt stilt, í staðin fyri áseta slíkar reglur við lóg?

Tann spurningurin gjørdist aftur aktuellur, tá tað frættist um vikuskiftið, at trý skeinkistøð í høvuðsstaðnum hildu ikki tilmæli frá landsmyndugleikunum um at lata aftur klokkan 22.

Tað er ein smeitur fyri sáttmálan millum borgarar og landsmyndugleikar, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ferð eftir ferð hevur sagt, er lykilin til tess at basa koronu. Ein sáttmáli, ið er bygdur á tilmæli og álit, heldur enn lóg og revsing.

Úr Odense til Havnar

Hvussu er tað at ferðast úr einum donskum býi til Havnar, nú stríðið móti koronu er í hæddini, og eftirlitið við ferðafólki er hert?

Vit fylgja Kaj Joensen úr Odense til Havnar ein vanligan mánadag.

Breddin í útvarpinum eftir tíðindini klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086