Ferðafólk í flogfarinum hildin aftur

bannari
12.03.2020 - 15:04
InnlendisHeilsa
Ferðafólk í flogfarinum hildin aftur
Fólk í trygdarbúna komu í flogfarið, tí illgruni er um coronasmittu
Fólk í trygdarbúna koma í flogfarið
Mynd: Privatmynd  

Ferðafólk við flogfarinum hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn seinnapartin sluppu ikki í land beinanvegin.

Ferðafólk, sum vit hava tosað við, siga, at fólk í trygdarbúna komu í flogfarið, tí illgruni var um coronasmittu.

Sambært ferðafólkunum, sum vit hava tosað við, vórðu ferðafólk í trimum stólarøðum í flogfarinum hildin aftur í flogfarinum, meðan hini sluppu í land.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, vil ikki viðmerkja hendingina og einstøku ferðafólkini, sum vórðu hildin aftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114