Brenna rusk, sum liggur á goymslu

bannari
23.03.2020 - 11:10
InnlendisUmhvørvi
Brenna rusk, sum liggur á goymslu
Mongdirnar av ruski eru minkaðar nakað, og tí er IRF farið at brenna rusk, sum liggur niðurfyri

Síðani koronasmittan noyddi samfelagið niður í ferð, eru mongdirnar av ruski minkaðar nakað.

Tað gevur IRF høvi til at sleppa sær av við burturkast, sum liggur á goymslu.

- Vit síggja, at mongdirnar eru farnar at minka í køstinum, og tað útnytta vit upp á tann mátan, at vit brenna rusk, sum hevur ligið á goymslu, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

1.000 bilar á Endurnýtsluni

Á brennistøðini á Hjalla merkja tey ikki koronasmittuna so væl, sigur John Erik Hansen, leiðari. Hvørki í minni ella størri nøgdum av ruski.

Knappliga 1.000 bilar vóru á Endurnýtsluni leygardagin, og tað er sum ein vanligur leygardagur í Endurnýtsluni, sigur John Erik Hansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167