Boris Johnson smittaður av korona

bannari
Boris Johnson smittaður av korona
Forsætisráðharrin er farin í sjálvboðið sóttarhald
Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur fingið korona
 
27.03.2020 - 11:44

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur fingið koronavirus. Tað upplýsir BBC.

Hann sigur, at hann seinasta samdøgrið hevur ikent seg sjúkan, og ein kanning avdúkaði, at hann hevur fingið koronavirus.

Hann er farin í sjálvboðið sóttarhald, men fer at virka sum stjórnarleiðari og hava teir fundir, sum eru neyðugir, umvegis telduskipanina.

Boris Johnson boðaði sjálvur frá á Twitter, at hann er sjúkur, og hann legði aftrat, at saman fer bretska fólkið at loysa trupulleikan.

Hann takkaði øllum, sum eins og hann arbeiða heimanífrá, fyri at sleppa undan at virusið breiðir seg.

Boris Johnson sigur seg hava nógvan fepur og turran hosta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655