Elisa sniðgevur maskur

bannari
05.04.2020 - 18:42
List›Sniðgeving
Elisa sniðgevur maskur
Elisa Heinesen hevur búð og arbeitt í London síðani 1995 - alt virksemið er lagt lamið, men so fekk hon eitt hugskot

Korona er ein smeitur fyri flest allar vinnuligar fyritøkur og tá er gott at fáa rætta hugskotið so tað besta fæst burturúr støðuni.
Elisa Heinesen er sniðgevi og hevur búð og arbeitt í London síðani 1995.

Í løtuni er alt virksemið niðurlagt - men so fekk hon hugskotið at framleiða og sniðgeva maskur í øllum alskyns litum.
Maskurnar eru vælumtóktar og verða seldar so hvørt tær eru framleiddar.

Kostnaðurin er millum 40 og 70 krónur. Elisa brúkar restir av toyi hon hevur liggjandi og framleiðir sjálv.

Maskurnar bjóða vernd og okkurt sum er vakrari at hyggja uppá enn tað, sum sæst í gøtunum í London í løtuni, sigur Elisa Heinesen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115