Eftirspurningurin økist kring alt landið

bannari
25.04.2020 - 14:00
Innlendis›Samfelag
Eftirspurningurin økist kring alt landið
Tað er ikki bara í Havn, at fleiri børn fara á stovn í næstu viku. Hetta er galdandi í flestu kommunum, sigur Eyðun Christiansen.

Flest allar kommunur merkja, at fleiri hava tørv á barnaansing fyri hvørja viku, dagstovnar hava opið. Og í summum kommunum er ikki pláss fyri øllum børnunum, sum er tilmeldaði. Hesa vikuna hava 40 prosent av børnunum í Havn verið á stovn. Í næstu viku hava 60 prosent meldað til, meðan 70 prosent hava biðið um pláss í aðru viku. Í Klaksvík hava stovnarnir verið stongdir hesa vikuna, men í næstu viku fara millum 20 og 30 prosent av børnunum aftur á stovn. 
Men gerandisdagurin á dagstovnunum er nógv broyttur, og mett verður at møguleiki er at taka ímóti helvtini av børnunum, sum vanliga ganga á dagstovnunum, um vegleiðingin hjá koronaráðgevingini skal haldast.
-Nýggi gerandisdagurin krevur nógv av starvsfólkunum, tí nógvar nýggjar mannagongdir eru settar í verk, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926