Hotel Brandan letur ikki upp enn

27.04.2020 - 16:03
InnlendisVinna
Hotel Brandan letur ikki upp enn
Koronasmittan ger, at ferðafólk í hópatali hava avlýst ferðina til Føroya

Nýggja hotellið, Brandan, sum Smyril Line letur byggja við Oknarveg í Havn, letur ikki upp um vikuskiftið, sum ætlanin hevur verið.

Orsøkin er koronasmittan, sum hevur við sær, at ferðafólk í hópatali avlýsa ferðina til Føroya.

Heldur ikki er loyvt nógvum fólki at savnast, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Brandan.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444