- Eg vil ikki hava ein politistat

28.04.2020 - 18:47
Innlendis
- Eg vil ikki hava ein politistat
Breddin: Bárður á Steig Nielsen vil ikki hava ein "politistat", men økist ferðafólkatalið nógv, fara vit at síggja broytingar, sigur løgmaður.

Enn hevur ikki verið neyðugt við víðkaðum heimildum til politi og myndugleikar, men tað kann gerast neyðugt, sigur Bárður á Steig Nielsen í kjaki um tvungi sóttarhald í Breddanum í kvøld.

Í Danmark eru fleiri dømir um at fólk fáa bót, tí tey eru á skeivum stað í almenna rúminum - tað er týdningarmikið at hava álit heldur enn eftirlit, sigur løgmaður, sum ikki vil hava ein "politistat".

Kjakið um hvussu víðar heimildir myndugleikarnir skulu hava er av álvara kyknað aftur, nú smittan tykist vera burtur úr samfelagnum og størsti vandin kemur uttanfrá.

Men hvat eru tað fyri rættindi, sum eru uppá spæl?

Tað tosa vit við Katrina á Neystabø, aðalskrivara í Amnesty Føroyar um. Hoyr eisini kjak millum Christian Andreassen úr Fólkaflokkinum og Bárð Nielsen, løgmann um tvungið sóttarhald.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815