Fakfeløg hava ikki tikið støðu

11.05.2020 - 16:07
InnlendisPengar
Fakfeløg hava ikki tikið støðu
Sum skilst, hevur Fíggjarmálaráðið hevur boðið fakfeløgunum 0,8 prosent í lønarhækking í ár
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið hava gjørt tvey ára sáttmála, men í løtuni er óvist, hvussu verður við avtalaðu lønarhækkingini 1. oktober í ár

Tey 15 fakfeløgini, sum Fíggjarmálaráðið vil hava at visa hógv og samfelagssinni, hava ikki avtalað fund enn.

Sum skilst hava tey fingið boðið 0,8 prosent í lønarhækking í ár, men einki næsta ár.

Útvarpið hevur tosað við fleiri fakfeløg seinnapartin, men eingin støða er tikin til útspælið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.

Fundur í vikuni

Formaðurin í Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, sigur, at hann fer at viðgera spurningin á nevndarfundi seinni í vikuni.

Hann váttar, at lønarútspælið frá Fíggjarmálaráðnum svarar als ikki til tað, sum feløgini, ið longu hava gjørt lønarsáttmála, hava fingið. Meira vil hann ikki siga í løtuni.

Starvsmannafelagið, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála, hevur fingið áheitan frá Jørgeni Niclasen um at strika lønarhækkingina, sum skal rindast 1. oktober.

 

Hoyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í innslagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044