Smyril Line væntar hall í ár

13.05.2020 - 18:00
Innlendis›Vinna
Smyril Line væntar hall í ár
Seinastu vikurnar hevur felagið mist tíggju tals milliónir í inntøkum
Rúni Vang Poulsen er stjóri í Smyril Line

Góða gongdin hjá Smyril Line, við vaksandi yvirskoti tey síðstu árini, er helst av.

- Vit fara helst at hava hall í hesum roknskaparárinum.

Tað ásannar Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, nú felagið hevur mist tíggjutals milliónir í inntøkum síðstu vikurnar.

Avlop í fjør

Avlopið hjá Smyril Line var í fjør 75 milliónir krónur.

Felagið rindar ikki vinningsbýti fyri 2019, hóast úrslitið í fjør var so gott, kunngjørdi felagið herfyri.

Teir partar av Smyril Line-samtakinum, sum hava verið hart raktir av stongslinum síðstu vikurnar, hava brúkt serskipanirnar hjá ALS, har fólk eru send heim hálva ella fulla tíð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213