Farstøðin skal ikki svíða fyri dynamittinum

Farstøðin skal ikki svíða fyri dynamittinum
Vága Floghavn leggur í fyrsta umfari peningin út fyri at rudda dynamittið á flogvøllinum, men vónir eru um at fáa donsku ríkismyndugleikarnar at gjalda

02.02.2012 - 16:36

Nýggja farstøðin skal ikki svíða fyri tað, at vøllurin kostar 15 milliónir meira, tí gamalt dynamitt skal burturbeinast.

Vága Floghavn vil hava pengarnar frá danska statinum, sum læt føroyingar yvirtaka flogvøllin við dynamittinum.  Talan kann eisini verða um at fara eftir byggifelagnum E. Pihl og Søn, sum útbygdi flogvøllin síðst í sjeytiárunum.

Men fyri fyrst leggur Vága Floghavn pengarnar út, sigur nevndarforkvinnan, Kitty May Ellefsen, við Útvarpið.

Vinnumálaráðið, sum varðar av Vága Floghavn, hevur sett seg í samband við ríkismyndugleikarnir og latið teimum tilfar í málinum, og vónir eru um, at danska stjórnin fer at gjalda fyri at rudda ósprongda spreingievnið á flogvøllinum, sigur Kitty May Ellefsen.

Vága Floghavn og byggifelagið J. og K. Petersen hava gjørt sáttmála um, at byggifelagið beinir fyri dynamittinum. Alt arbeiðið skal vera liðugt 31.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938