Vilja hava greið boð um ferðavinnuna

bannari
14.05.2020 - 16:02
Innlendis›Politikkur
Vilja hava greið boð um ferðavinnuna
Forkvinnan í ferðavinnufelagnum vónar ikki, at Føroyar verða avbyrgdar í ferðavinnuhøpi
Henny á Líknagøtu er forkvinna i ferðavinnufelagnum

Eingin broyting er í tilmælunum frá myndugleikunum um útlendsk ferðafólk, sum ætla sær tilFøroya.

Tað varð greitt, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, helt tíðindafund fyrrapartin.

Ferðavinnufelagið vil nú hava at vita, hvørjar ætlanir eru um at lata Føroyar upp fyri umheiminum.

- ES tosar um at lata upp miðskeiðis í juni, og vit vóna ikki, at vit verða avbyrgd í ferðavinnuhøpi, sigur Henny á Líknagøtu, forkvinna í ferðavinnufelagnum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025