Granska heilivágsnýtslu hjá elstu borgarunum

28.05.2020 - 11:02
InnlendisSamfelag
Granska heilivágsnýtslu hjá elstu borgarunum
Velux-grunnurin hevur játtað 1,2 milliónir krónur til verkætlanina
Maria Skaalum Petersen, granskari

Velux-grunnurin hevur játtað 1,2 milliónir krónur til at granska nýtsluna av heilivági hjá elstu borgarunum í Føroyum, - tað eru tey, sum eru 90 ár og eldri.

Gjøgnum samrøður við tey gomlu skulu tey og avvarðandi fáa innlit og ávirkan á egnan heilivág, sigur Maria Skaalum Petersen, granskari í verkætlanini.

Verkætlanin er samstarv millum Sjúkrahúsverk Føroya, Fróðskaparsetrið, Landsapotekaran, Landsfelag Pensjónista, kommunusamstørvini, Kommunulæknafelagið, Heilsumálaráðið og Kaare Christensen, professara á Syddansk Universitet.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959