HK: Ólóglig uppsøgn av varaálitisfólki

30.05.2020 - 17:15
Innlendis›Samfelag
HK: Ólóglig uppsøgn av varaálitisfólki
Fakfelagið HK hevur sent Vága Floghavn eina kæru, um at ógilda eina uppsøgn. HK sigur, at uppsøgnin er ólóglig og ósaklig
Savnsmynd

Hósdagin tann 28 mai segði Vága floghavn 20 fólkum úr starvi

Eitt av starvsfólkunum, sum hevur fingið eina uppsøgn, er varaálitisfólk hjá Vága floghavn.

 

Danska fakfelagið HK sigur, at tað skulu heilt serligar orsøkir til, um ein arbeiðsgevari ætlar at siga eitt álitisfólk úr starvi.

Arbeiðsgevarin skal eisini biðja fakfelagið um samráðing, um talan er um uppsøgn av álitisfólki, sigur Dennis Axel Jørgensen, formaður fyri HK Trafik og Jernbane. 

 

Møgulig sak móti Vága floghavn

 

HK hevur biðið Vága floghavn um at ógilda uppsøgnina. Verður hetta ikki gjørt, so leggja vit sak móti Vága floghavn um ólógliga og ósakliga uppsøgn av álitisfólki. 

Danska fakfelagið hevur biðið um fund við Vága floghavn týsdagin 2. juni. 

 

 

Vága Floghavn hevur onga viðmerking í dag

 

Regin I. Jacobsen váttar fyri útvarpinum, at tey hava móttikið eina kæru frá HK í gjár. 

Hann sigur, at tey ikki hava havt stundir at viðgera málið. Hetta verður gjørt í næstum, og kæran er send til okkara sakførara og onnur sum vara av málinum, sigur Regin I. Jacobsen. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531