Widerø fer at flúgva fýra ferðir um vikuna

Widerø fer at flúgva fýra ferðir um vikuna
Stjórin í Vága floghavn sigur, at lutfalsliga nógvir norðmenn eru komnir til Føroya við Widerøe, og felagið byggir virksemið á egið grundarlag
Widerøe hevur flogið til Føroya tvær ferðir um vikuna síðani í heyst. Í mai verður flogið fýra ferðir um vikuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.01.2022 - 08:35

Norska flogfelagið Widerøe er so nøgt við Føroyaflúgvingina, at felagið fyrst í mai fer at flúgva fýra ferðir um vikuna til Føroya úr Bergen, fríggjadag og mánadag sum nú, og haraftrat hósdag og sunnudag.

- Hetta eru ógvuliga gleðilig tíðindi at frætta, ikki minst í hesum tíðum, nú tey flestu mest hugsa um at repa seglini, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Hann sigur, at lutfalsliga nógvir norðmenn eru komnir til Føroya við Widerøe.

Hava flogið síðani í heyst

Hetta merkir, at felagið í stóran mun byggir virksemið á egið kundagrundarlag, sigur Regin I. Jakobsen. 

Widerøe hevur flogið til Føroya síðani í september í fjør.

Widerøe brúkar Bombardier Dash 8 Q400 flogfør til Føroyaflúgvingina, Tey taka 78 ferðafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815