Neyðugt at hava opið alt árið

04.06.2020 - 13:27
InnlendisHeilsa
Neyðugt at hava opið alt árið
Leiðarin á Blákrossheiminum sigur, at viðhvørt er neyðugt at vísa umbønum um viðgerð aftur, tí summarfrí er
Jütta Olsen er leiðari á Blákrossheiminum

Tað er neyðugt at hava viðgerðarheimini opin alt árið fyri at bøta um viðgerðartilboðið hjá misnýtarum.

Tað sigur Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum.

Hon sigur, at tað kemur fyri, at tey noyðast vísa umbønum um viðgerð aftur, tí at summarfrítíðin ávirkar viðgerðartilboðið.

Heilbrigdi hevur biðið um eina eykajáttan uppá 400 túsund krónur, fyri at sleppa undan at steingja í summar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698