- Følist sum eitt tap, men úrslitið er rættvíst

07.06.2020 - 21:06
ÍtrótturFótbóltur
- Følist sum eitt tap, men úrslitið er rættvíst
Sigur Petur Knudsen, sum nú ætlar at fáa HB aftur á stigatalvuni
Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir  
Petur Knudsen málskjútti í dag

Tað er ringt at seta orð á javnleikin beint nú, tá vit hildu leiðsluna út í yvirtíðina. Teir fáa eitt mál sum ger, at tað kanska følist sum eitt tap nú. 


Tað vóru nógvir kjansir báðar vegir, so 1-1 er nokk rætta úrslitið, sigur Petur Knudsen, sum var einsamalli málskjúttin hjá NSÍ í dag.

 

Um vit ætla at spæla við har sum tað er stuttligt, so skulu vit klára okkum betur móti hinum oddaliðnum. Vit taptu allar dystirnar fyri KÍ í fjør, so tí er ein javnleikur í lagi fyri okkum í dag. 

 

HB rennur undan, so nú ræður tað um at fáa HB aftur, sigur Petur Knudsen. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401