Meistaradeildin: Topp-trý hildu kósina

Meistaradeildin: Topp-trý hildu kósina
NSÍ, B36 og KÍ vunnu øll og hildu kósina, men sigrarnir vóru teprir. B68 og HB spæla í kvøld, tí vindur á Svangaskarði gjørdi, at dysturin varð útsettur
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul  
 
26.05.2026 - 09:17

Trý tey fremstu liðini vunnu øll teprar sigrar í Meistaradeildin við monnum í gjárkvøldið, men sigrarnir vóru teprir.

Petur Knudsen skoraði einasta málið fyri oddaliðið NSÍ, sum vitjaði EB/Streym við Margáir. Málið kom tá 55 minuttir vóru spældir.

Í Havn tók B36 ímóti 07 Vestur, og har avgjørdi Tobias Hansen dystin fyri heimaliðið beint fyri steðgin við einasta málinum í dystinum.

KÍ fekk eisini øll trý stigini við Djúpumýrar. Deni Pavlovic og Jákup Biskopstø Andreasen góvu meistaranum eina trygga leiðslu fyri steðgin, men tað gjørdist kortini spennandi, tá Bjarki Nielsen minkaði um munin við brotssparki í 80. minutti og Jean Carlos de Brito varð útvístur tríggjar minuttir seinni.

Víkingur vann seg leyst úr miðjuni við 2-1 sigri á Skála í Sarpugerði. Aron Benjaminsen og Arnbjørn Svensson skoraðu fyri heimaliðið fyri steðgin, og Simon Jørgensen minkaði um munin eitt korter fyri steðgin.

Á Svangaskarði skuldu B68 í HB spæla, men har metti dómarin, Leivur Zachariassen, at tað ikki var spælandi fyri vindi. Í staðin spæla liðini í kvøld, týskvøldið, klokkan 18.30.

 

Toppliðini trygg hjá kvinnum

Í Meistaradeildini við kvinnum vunnu toppliðini trygt. Brá Zakariasardóttir, sum varð tikin út til landsliðið í síðstu viku, skoraði tvey mál í 8-0 stórsigri hjá HB á NSÍ í Gundadali.

Malena Olsen skoraði tvær ferðir fyri KÍ, sum vann 5-0 á B36 í Havn, og undir Mýruhjalla á Skála vann Víkingur 3-0.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303