Løgmanssteypið: Fyrsta hálvfinalan í dag

Løgmanssteypið: Fyrsta hálvfinalan í dag
NSÍ vitjar KÍ, sum vann Løgmanssteypið í fjør, tá fyrsta hálvfinalan í steypakappingini hjá monnum verður í kvøld
KÍ vann 2-0 á Víkingi í steypafinaluni í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.05.2026 - 12:22

Fyrsta hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið verður í kvøld.

KÍ vann steypagullið í fjør við 2-0 sigri á Víkingi í finaluni, og klaksvíkingar taka ímóti NSÍ við Djúpumýrar í eini roynd at verja heitið.

Runavíkingar eru oddalið í Meistaradeildini við 20 stigum, meðan KÍ, sum eisini er føroyameistari, er nummar trý við 17 stigum eftir eina heldur laka byrjan hetta kappingarárið.

Tey bæði liðini spældu ímóti hvørjum øðrum í 2. umfari av landskappingini, og tá endaði dysturin, sum var í Klaksvík við 1-1 javnleiki.

Í morgin spæla HB og Víkingur eisini hálvfinalu í Gundadali.

Kringvarpið sigur frá báðum dystunum. Í kvøld byrjar dysturin millum KÍ og NSÍ klokkan 18.30, og í morgin, Kristi himmalsferðardag, leggja HB og Víkingur til brots klokkan 15.00.

Talan er um fyrru hálvfinalurnar. Seinnu dystirnir vera spældir 24. og 25. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040