Fakfeløg vilja samráðast hvørt sær

09.06.2020 - 08:12
InnlendisSamfelag
Fakfeløg vilja samráðast hvørt sær
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur mælt til, at fakfeløgini skulu fáa 0,8 prosent aftrat fyrra árið, men einki seinna árið
Annfinnur Garðalíð er formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, sum fer á samráðingarfudn við Fíggjarmálaráðið fríggjadagin

15 fakfeløg eru eftir at gera sáttmála við Fíggjarmálaráðið, og líkt er til, at samráðingarnar verða bæði drúgvar og harðar.

Tí á fundi við fakfeløgini hálvan mai, mælti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, til, at tey 15 fakfeløgini ,sum eru eftir, samráddust saman, so tey fingu somu lønarhækking.

Hækkingin skuldi vera 0,8 prosent fyrra árið, og eingin vøkstur skuldi vera seinna árið.

Men tað vilja fakfeløgini ikki,. Tey vilja samráðast hvørt sær, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya skipara- og navigatørfelag, sum skal á fund við Fíggjarmálaráðið hósdagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360