Húsarhald og fyritøkur rindaðu níggju mia. kr. í skatti og avgjøldum

Húsarhald og fyritøkur rindaðu níggju mia. kr. í skatti og avgjøldum
Skattatrýstið í 2020 var 43,8 prosent, 2,4 prosent størri enn í 2019
Skattainntøkurnar eru vaksnar øll árini frá 1998 til 2020, undantikið í 2003 og 2009. 
 
18.03.2022 - 08:02

Føroysku húsarhaldini og fyritøkurnar rindaðu slakar 9,3 milliardir krónur í skatti og avgjøldum í 2020. 

Samlaða framleiðslan í samfelagnum, bruttotjóðarúrtøkan, var sama tíðarskeiðið 21,2 milliardir krónur. 

Skattatrýstið í 2020 var 43,8 prosent, 2,4 prosent størri enn í 2019.

Skattainntøkurnar eru vaksnar øll árini frá 1998 til 2020, undantikið í 2003 og 2009. 

Hóast koronufarsóttin rakti í 2020, vuksu skattainntøkurnar. 

Tað vóru serliga framleiðslu- og innflutningsskattirnir, ið vuksu.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006