- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanska størsta privata myndasavnið í Føroyum
Ellen Dahl var fotografur í Vági. Í 1924 fór hon 16 ára gomul niður til Danmarkar at útbúgva seg til fotograf hjá fotograf Kaiser í Køge. Ellen virkaði sum fotografur í Suðuroynni og øllum Føroyum annars frá umleið 1930 til 1990 - í samfull 60 ár. Eftir hana liggur eitt ótal av myndum. Rógvi Johansen, sum er ommusonur Ellen, tók fyri 25 árum síðani stig til at talgilda hetta savn, sum telur einar 150.000 myndir, og nú er hann loksins komin á mál við hesum drúgva arbeiði. Rógvi er sjálvur fotografur og býr í Danmark. Hoyr prát við Rógva, har hann fortelur um myndasavnið og lívið hjá ommu síni. Niðanfyri síggjast nakrar av myndunum úr savninum hjá Ellen Dahl í Vági.
Ellen Dahl í myrkakamari hjá Fotograf Kaiser í Køge í 1924
Ellen Dahl á ellisárum
Sildaarbeiði á keiini í Vági
Portrettmynd av Johan Dahl og Andreas Djurhuus
Grind í Havn
Tunnusláttur í Garðatúninum í Vági
Ellen var við í Svenska Fotografernas Førbund
VB fótbóltur, menn
VB hondbóltur, kvinnur