Lønarkontan skal vera ókeypis

12.06.2020 - 13:15
InnlendisPolitikkur
Lønarkontan skal vera ókeypis
Tjóðveldi arbeiðir við at orða uppskot um eina almenna lønútgjaldigarskipan, sum verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku
Sirið Stenberg, løgtingskvinna í Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Fólk eiga at kunna fáa løn útgoldna gjøgnum eina almenna lønarkontu, sum skal vera ókeypis.

Tað heldur Sirið Stenberg í Tjóðveldi, nú fólk eru misnøgd um, at ómaksgjøldini hjá bankunum hækka, samstundis sum tænastan versnar.

Tjóðveldi arbeiðir við at orða uppskot um eina almenna lønútgjaldigarskipan, sum skal leggjast fyri løgtingið á ólavsøku.

Útvarpið hevur spurt allar løgtingslimir, hvat teir halda um málið.

15 taka undir við at skipa eitt alment lønútgjaldingarstað, seks eru í móti, og 11 tinglimir hava ikki tikið støðu.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066