Krevja inn skuld aftir aldargamlari danskari lóg

Krevja inn skuld aftir aldargamlari danskari lóg
Lógin, sum sigur, nær skuld til bankar og sparikassar er ov gomul, er eisini ov gomul. Hon er 108 ár, sigur løgtingsmaður
Kári P. Højgaard spyr løgmann, um hann ætlar at fáa fyrningarfreistirnar hjá peningastovnunum styttar.
 
18.08.2016 - 13:22

Peningstovnar í Føroyum brúka eina 108 ára gamla lóg, tá teir krevja inn skuld.

Í Føroyum er fyrningarfreistin fyri skuld í bankum og sparikassum 20 ár. Tann freistin er í einari danskari lóg frá 1908, sum framvegis er galdandi í Føroyum.

Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður. 

Hann hevur spurt løgmann, hví fyrningarfreistirnar, sum komu í Danmark í 2008, ikki eisini eru galdandi í Føroyum.

Nógv styttri í Danmark

Í Danmark eru fyrningarfreistirnar fyri skuld í peningastovnum trý ella 10 ár. 

Kári P. Højgaard sigur, at fleiri dømi eru um, at føroyskir fíggingarstovnar handhevja 108 ára gomlu lógina við fullari megi. 

Peningastovnar í Føroyum eru danskt málsøki, tí eru danskar lógir galdandi fyri teir. 

Undrast á landsstýrið

Kári P. Højgaard heldur tað vera bæði hugvekjandi og løgið, at landsstýrið ikki fekk lógina broytta í Føroyum eisini tá í 2008, tá hon varð broytt í Danmark.

Tað tykist sum sjónarmiðini hjá fíggingarstovnunum vigaðu meira enn fíggjarliga støðan hjá føroysku skattaborgarunum, sum bjargaðu bankunum, og útisetum, sum av fíggjarligum orsøkum noyddust at rýma av landinum, sigur Kári P. Højgaard. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655