Ikki tørvur á sorgarfarloyvi

17.06.2020 - 15:32
InnlendisPolitikkur
Ikki tørvur á sorgarfarloyvi
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, heldur, at aðrar skipanir lofta foreldrum, sum syrgja
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, heldur ikki, at tørvur er á eini serskipan fyri foreldur, sum syrgja

Í Danmark fáa øll foreldur, sum missa eitt barn, yngri enn 18 ár, rætt til farloyvi í seks mánaðir.

Danska stjórnin og flokkarnir í Fólkatinginum hava gjørt avtalu um tað, og uppskotið verður lagt fram í oktober.

Í Føroyum hava røddir eisini verið frammi um at fáa líknandi skipan.Tingmaðurin Djóni Nolsøe Joensen setti í februar ein fyrispurning um tað.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin, heldur ikki, at tørvur er á einari skipan afturat.

Aðrar skipanir, t.d.starvsmannalógin, sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum og dagpengaskipanin, lofta foreldrum, sum syrgja, heldur hann.

Men ætlanin er kortini at broyta barsilslógina, so greið heimild fæst at lata foreldrum pengar, tá barnið antin er deyðføtt ella doyr í barsilsfarloyvistíðarskeiðinum, sum eru 48 vikur.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297