Ferðafólkini eiga sjálvi at rinda koronukanningina

12.07.2020 - 14:46
InnlendisPolitikkur
Ferðafólkini eiga sjálvi at rinda koronukanningina
Eftir 1. august eiga ferðafólk sjálvi at rinda fyri koronukanningar. Tað halda løgtingsfólk í bæði samgongu og andstøðu.

Síðan 27. juni eru øll fólk, sum eru komin til Føroya, kannað fyri koronu. 

Landskassin hevur borið kostnaðin. Higartil eru 10 milliónir krónur settar av til kanningarnar.

Í fyrsta umfari vóru fýra milliónir krónur settar av.

Og fíggjarnevndin hjá Løgtinginum játtaði hósdagin landsstýrinum seks milliónir krónur afturat til koronukanningar í juli.

Bæði Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, og Beinta Løwe úr Tjóðveldi halda, at landskassin eigur ikki at rinda fyri kanningarnar eftir 1. august.

Ætlanin var upprunaliga, at ferðafólk skuldu sjálvi rinda fyri kanningarnar.

Men landið hevur ikki heimild at krevja tað frá fólki.

Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið í vikuni, vísir, at 56,4 prosent av teimum spurdu hildu, at ferðafólk eiga at gjalda fyri kornonukanningina. 

32,6 prosent hildu, at landið eigur at gjalda.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Fríggjadag 12. desember
RagnarRokk: Louis Wittmann um Blood Is The Price
201420
Fríggjadag 12. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Sommerson Band
201419
Fríggjadag 12. desember
Morgunlestur fríggjadagur 12.desember 2025
201348
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392