Kring Kring Føroyar dagur 5: Streymoy

13.07.2020 - 13:38
ÍtrótturAnnar ítróttur
Kring Kring Føroyar dagur 5: Streymoy
Uttan Dáva Magnussen lat Helgi Winther Olsen ongan iva vera um, at hann fór at vinna teinin og Volvo Kring Føroyar
Mynd: Rói Sørensen  
Á mál: Helgi Winther Olsen fer um mállinjuna í Havn sunnudagin

Helgi Winther Olsen vann fimta teinin í Volvo Kring Føroyar og kappingina samanlagt, tá súkklað varð í Streymoynni sunnudagin.

Dávur Magnussen, sum var á odda samanlagt eftir tríggjar teir fyrstu teinarnar, var ikki við á fjórða og fimta teininum í Suðuroy og Streymoy, og so vann Helgi Winther Olsen sannførandi.

Tað vórðu ikki súkklaðir nógv meir enn 20 kilometrar sunnudagin, áðrenn Helgi Winther Olsen setti ferðina upp á fór frá hinum í opna bólkinum. Hann súkklaði solo teir góðar 80 kilometrarnar, sum vóru eftir, áðrenn hann kom á mál í Havn við tíðini 3.00.32.

Jákup Petur Eliassen varð nummar tvey sunnudagin og samanlagt. Hilmar Hansen gjørdist nummar trý í Streymoynni og samanlagt. 

Umframt opna bólkin, tóku fleiri lut í motionistabólkinum, sum súkklaði 319 kilometrar tilsamans. Tann bólkin vann Hávard Vatnhamar við tíðini 10.57.41.

Teinur 5: Streymoy (opin bólkur):
Helgi Winther Olsen: 3.00.32
Jákup Petur Eliassen: 3.03.46
Hilmar Hansen: 3.07.31
Gunnar Dahl-Olsen: 3.07.49
Andrass Joensen: 3.09.05
Peter Jensen: 3.09.27
Bogi Gregersen: 3.13.00

Endaligt úrslit (opin bólkur):
Helgi Winther Olsen: 15.41.06
Jákup Petur Eliassen: 16.15.12
Hilmar Hansen: 16.24.33
Gunnar Dahl-Olsen: 16.50.42
Andrass Joensen: 17.06.56
Bogi Gregersen: 18.20.40
Dávur Magnussen: 3 teinar
Peter Jensen: 3 teinar
Casper Rosen: 2 teinar
Tórarinn Didriksen: 1 tein
Ken Bærentsen: 1 tein
Áslakkur Nesá: 1 tein

Endaligt úrslit (motionistar):
Hávard Vatnhamar: 10.57.41
Kjartan Egholm: 11.09.20
Kári Davidsen: 11.22.52
Sverri Mohr Edvinsson: 11.25.11
Eyvind A. Hansen: 12.14.08
Eyðun Jakobsen: 13.14.11
Tórarinn Didriksen: 4 teinar
Flóvin Eidesgaard: 4 teinar
Henry Berg: 4 teinar
Casper Rosen: 3 teinar
Magni J. Hansen: 2 teinar
PeterJensen: 1 tein
Regin Nolsøe: 1 tein
Rói Lamhauge: 1 tein
Kári Nielsen: 1 tein
Høgni Øster: 1 tein
Dia Midjord: 1 tein

Endaligt úrslit (kvinnur): 
Rigmor Rasmussen: 4 teinar

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887