Landssjúkrahúsið er til reiðar

bannari
24.07.2020 - 17:35
InnlendisHeilsa
Landssjúkrahúsið er til reiðar
Landssjúkrahúsið er nógv betur fyrireika til at taka ímóti koronasjúklingum nú, enn tá koronasmittan kom í vár, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Tilbúgvingin hjá landssjúkrahúsinum er til reiðar at taka ímóti koronasjúklingum

Russiski sjómaðurin, sum hevur fingið staðfest koronasmittuna, er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsið. 

Landssjúkrahúsið er til reiðar at taka ímóti koronasjúklingum, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri.

 - Vit hava eina tilbúgving alt eftir, hvussu nógvir sjúklingar eru staðfestir positivir í Føroyum, sigur stjórin.

Ein stova hevur verið klár at taka ímóti fyrsta koronasjúklinginum, og nú verður so næsta stigið tikið.

 - So gera vit nýggjar stovur klárar til at taka ímóti fleiri sjúklingum, sigur Steinar Eirikstoft.

Tað  arbeiðið er farið í gongd, og millum fimm og sjey stovur verða gjørdar til reiðar nú. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076