Seks flogskiparar settir í starv

17.08.2020 - 13:17
InnlendisSamfelag
Seks flogskiparar settir í starv
Starvsaldurin er ikki einasta atlitið, sum er tikið í hesum førinum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi
Stjórin í Atlantsflogi vísir aftur, at felagið hevur borið seg skeivt at, tá flogskiparar vórðu sagdir úr starvi fyrr í ár.

Atlantic Airways hevur í morgun sett seks flogskiparar í starv. Tveir eru settir í fast starv, og fýra eru settir í fríyrkisstarv.

Vanligt er, tá ið flogskiparar verða settir í starv, at reglurnar um starvsaldur verða fylgdar. Men starvsaldur er ikki einasta atlit, sum er tikið, tá ið hesi størvini eru sett, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Jóhanna á Bergi vísir aftur, at Atlantsflog hevur borið seg skeivt at í sambandi við, at flogskiparar vórðu sagdir úr starvi fyrr í ár, og flogfelagið er til reiðar at lata Fasta Gerðarrættin avgera ósemjuna, sigur hon.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313