Flutningsfeløg krevja avgjald fyri koronukanningar

Flutningsfeløg krevja avgjald fyri koronukanningar
Uppskotið er lagt fyri tingið seinnapartin. Lógin kemur í gildi 1. oktober, og hon fer úr gildi aftur 1. januar 2021
Atlantsflog væntar, at avgjaldið fer at hava við sær, at ferðafólkatalið minkar. SAS hevur boðað frá, at felagið gevst at flúgva til Føroya 1. oktober
 
22.09.2020 - 16:02

Uppskotið um avgjald á ferðafólk, sum koma til Føroya, er nú komið í tingið.

Avgjaldið, sum er undantikið mvg, er 312 krónur,  og tað skal brúkast til koronukanningar.

Sambært uppskotinum skulu flutningsfyritøkur ella umboð teirra krevja gjaldið inn, og tey fáa eisini heimild at krevja eitt ómaksgjald afturfyri.

Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi 1. oktober, og at hon fer úr gildi aftur 1. januar 2021.

Kanningarnar halda fram

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at higartil hava koronukanningarnar verið ókeypis, men roknað verður við, at kanningarnar mugu halda fram eina tíð aftrat. 

Síðani 27. juni eru øll ferðandi til Føroya kannað fyri koronu, og metingin er, at umleið 3.000 ferðandi koma til Føroya um vikuna í september. Men talið á ferðandii minkar helst, sum árið líður.

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá flutningsfeløgunum,  og Fíggjarmálaráðið hevur eisini havt fund við umboð fyri flutningsfyritøkurnar. Haraftrat hevur verið samskift við Taks um málið.

Ferðafólkatalið minkar

Atlantic Airways væntar, at uppskotið kann hava við sær, at ferðafólkatalið til Føroya fer at minka. Felagið hevur víst á ávísar broytingar, og Fíggjarmálaráðið hevur broytt uppskotið samsvarandi.

SAS hevur boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at felagið gevst at flúgva til Føroya 1. oktober. 

Fíggjarmálaráðið sigur seg harmast um avgerðina, men tekur hana til eftirtektar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Filosofiskur (1:6)
213158
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136