Reyðæti kann gerast týðandi fiskiskapur

21.08.2020 - 14:06
InnlendisVinna
Reyðæti kann gerast týðandi fiskiskapur
Fimm umsøkjarar hava fingið treytaða tilsøgn um royndarloyvi eftir reyðæti
Teir, sum hava loyvi at royna eftir reyðæti, kunnu fiska 20.000-25.000 tons um árið

Reyðæti kann gerast ein nýggjur og týðandi fiskiskapur við Føroyar. Men tað ber ikki til at siga nakað enn, um føroyskir sjómenn og reiðarar fara at gerast ríkir av reyðæti, heldur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni.

Fimm umsøkjarar hava fingið treytaða tilsøgn um royndarloyvi eftir reyðæti. Hetta er loyvi, sum gevur hvørjum av teimum møguleika at fiska 20.000 - 25.000 tons av reyðæti um árið. 

Tilsøgnin at veiða reyðæti er frá 15. august til 31. januar. Talan er um royndarfiskiskap í trý ár, galdandi frá 1. august í ár, um allar treytir annars eru loknar.

Loyvið skal tó endurnýggjast á hvørjum ári. 


 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979